< Return to Video

Hvørjum er alheimurin gjørdur av? - Dennis Wildfogel

  • 0:07 - 0:09
    Evnisliga tilfarið rundan um teg
  • 0:09 - 0:10
    er gjørt úr ersmáum eindum,
  • 0:10 - 0:12
    vit nevna mýl.
  • 0:12 - 0:13
    Mýl eru gjørd úr
  • 0:13 - 0:15
    einstøkum atomum.
  • 0:15 - 0:17
    Mýl fara ofta sundur
  • 0:17 - 0:19
    og mynda síðan nýggj mýl.
  • 0:19 - 0:20
    Hinvegin eru flestu mýlini,
  • 0:20 - 0:22
    tú kemur í samband við
  • 0:22 - 0:24
    onkuntíð í lívinum,
  • 0:24 - 0:25
    í jørðini undir tær,
  • 0:25 - 0:27
    í luftini, tú andar, matinum tú etur;
  • 0:27 - 0:30
    tey, sum mynda alt livandi
    - harímillum teg,
  • 0:30 - 0:32
    hava verið til í milliardir ár
  • 0:32 - 0:35
    og vórðu til uttan fyri jørðina.
  • 0:35 - 0:38
    Hvussu mýlini fyrst komu til,
    er tað, eg fari at siga tykkum frá.
  • 0:38 - 0:40
    Tað byrjaði 14 milliardir á síðan
  • 0:40 - 0:42
    við tí, vit nevna "The Big Bang,"
  • 0:42 - 0:45
    sum førdi til ein alheim,
    sum bert var gjørdur úr gassi.
  • 0:45 - 0:47
    Har vóru ongar stjørnur
    ella gongustjørnur.
  • 0:47 - 0:48
    Gassið var gjørt úr atomum
  • 0:48 - 0:50
    av einfaldastu evnunum.
  • 0:50 - 0:52
    Tað var 75 prosent brint
  • 0:52 - 0:54
    og mest sum restin var helium.
  • 0:54 - 0:57
    Eingi evni sum kolevni, súrevni
    ella køvievni vóru til.
  • 0:57 - 0:59
    Einki jarn, silvur ella gull.
  • 0:59 - 1:03
    Onkrastaðni var evnisnøgdin í
    gassi størri enn aðrastaðni.
  • 1:03 - 1:06
    Atdráttarmegin dró meira gass hagar,
  • 1:06 - 1:08
    sum styrkti um atdráttarmegina sjálva,
  • 1:08 - 1:11
    sum fekk meira gass til og so framvegis.
  • 1:11 - 1:14
    At enda vórðu tættar gasskúlur,
  • 1:14 - 1:15
    sum hoknaðu undan egnu
    atdráttarmegini
  • 1:15 - 1:18
    og hitnaðust innan.
  • 1:18 - 1:20
    Kjarnur hitnaðu so mikið,
  • 1:20 - 1:22
    at tað elvdi til sambræðing.
  • 1:22 - 1:25
    Brintmýl runnu saman og
    myndaðu helium
  • 1:25 - 1:27
    og loysti nógva orku,
  • 1:27 - 1:31
    so nógva, at hon mótvirkaði
    minkandi megina í tyngdarkraftini.
  • 1:31 - 1:33
    Tá ið orkan frá sambræðingum
  • 1:33 - 1:35
    møtist við tyngdarkraftini,
    sum dregur øll gass inn,
  • 1:35 - 1:37
    verður javnvágur.
  • 1:37 - 1:39
    Úr hesum føðist stjørnan.
  • 1:39 - 1:40
    Í síni ævi
  • 1:40 - 1:42
    fara sambræðingar í kjarnuni
    á eini stjørnu
  • 1:42 - 1:44
    ikki bert at framleiða helium,
  • 1:44 - 1:46
    men eisini kolevni, súrevni, køvievni
  • 1:46 - 1:50
    og øll hini evnini á periodisku skipanini
    fram til jarn.
  • 1:50 - 1:52
    Men at enda er orkan
    í kjarnuni útbrend,
  • 1:52 - 1:54
    so hon syndrast fullkomiliga.
  • 1:54 - 1:56
    Hetta elvir til eina ótrúliga spreinging,
  • 1:56 - 1:58
    vit nevna supernova.
  • 1:58 - 2:00
    Tvey mál eru galdandi,
  • 2:00 - 2:02
    um hvussu supernovur
    skapa evni.
  • 2:02 - 2:04
    Tað fyrsta:
    Spreingingin loysir so nógva orku,
  • 2:04 - 2:06
    at sambræðingin verður baldrut
  • 2:06 - 2:09
    og formar evni við atomum,
    tyngri enn jarn,
  • 2:09 - 2:11
    so sum silvur, gull og uran.
  • 2:11 - 2:13
    Tað næsta: Evnini, sum rúgvaðust upp
  • 2:13 - 2:14
    í stjørnukjarnini,
  • 2:14 - 2:17
    so sum kol, ilt, køvievni, jarn,
  • 2:17 - 2:20
    umframt øll tey, sum vórðu av supernovu-
    spreingingini,
  • 2:20 - 2:22
    verða skotin út í stjørnurúmdina,
  • 2:22 - 2:24
    har tey blanda seg við gassini,
    sum longu eru har.
  • 2:24 - 2:26
    Søgan endurtekur seg.
  • 2:26 - 2:29
    Gassskýggj, ið nú hava fleiri onnur evni
  • 2:29 - 2:31
    enn upprunaligu brint og helium,
  • 2:31 - 2:33
    hava størri evnisnógdarøki,
  • 2:33 - 2:35
    sum draga at sær meira tilfar o.s.fr.
  • 2:35 - 2:38
    Sum áður verða aðrar stjørnur.
  • 2:38 - 2:40
    Sólin hjá okkum varð soleiðis til
    fyri uml. 5 mia. árum síðan.
  • 2:40 - 2:42
    Tað merkir, at gassið, hon spratt úr,
  • 2:42 - 2:44
    sjálvt var ríkað við fleiri evnum
  • 2:44 - 2:48
    frá supernovuspreingingum,
    síðan universið byrjaði.
  • 2:48 - 2:51
    Soleiðis endaði sólin við
    øllum evnunum.
  • 2:51 - 2:53
    Hon er enn mest úr brinti, 71 prosent,
  • 2:53 - 2:56
    har mesta restin er helium, 27 prosent.
  • 2:56 - 2:56
    Legg til merkis, at
  • 2:56 - 2:58
    meðan tær fyrstu stjørnurnar vóru
  • 2:58 - 3:00
    av brinti og heliumi eina,
  • 3:00 - 3:01
    umboðar restin av periodisku skipanini
  • 3:01 - 3:04
    tvey prosent av sólini.
  • 3:04 - 3:05
    Og hvat við jørðini?
  • 3:05 - 3:08
    Gongustjørnur eru tilvildarlig úrslit av
    stjørnumyndan
  • 3:08 - 3:11
    úr sama gassskýggi, sum stjørnan sjálv.
  • 3:11 - 3:13
    Smáar gongustjørnu hava ikki kraft
  • 3:13 - 3:16
    at bera nakað serligt brint-
    ella heliumsgass,
  • 3:16 - 3:18
    tí tey bæði eru sera løtt.
  • 3:18 - 3:20
    So hóast kolevni, køvievni, ilt o.s.fr.
  • 3:20 - 3:24
    bert umboðaðu 2 prosent av
    gassskýggjunum, sum jørðin varð burturúr,
  • 3:24 - 3:26
    eru tyngri evnini í meiriluta
    í okkara gongustjørnu
  • 3:26 - 3:28
    og alt á henni.
  • 3:28 - 3:30
    Hugsa um hetta:
  • 3:30 - 3:32
    fyri uttan brint og nakað av heliumi
  • 3:32 - 3:33
    er jørðin undir tær,
  • 3:33 - 3:35
    luftin, tú andar, tú;
  • 3:35 - 3:37
    alt er gjørt úr atomum,
  • 3:37 - 3:39
    sum vórðu til úr stjørnum.
  • 3:39 - 3:41
    Tá ið vísindafólk fyrst skiltu hetta
  • 3:41 - 3:43
    í fyrru hálvu í 20. øld,
  • 3:43 - 3:45
    viðmerkti kendi stjørnufrøðingurin
    Harlow Shapley
  • 3:45 - 3:49
    "Vit eru brøður av grýti, systkin av ský"
Title:
Hvørjum er alheimurin gjørdur av? - Dennis Wildfogel
Speaker:
Dennis Wildfogel
Description:

Hygg at fullari longd: http://ed.ted.com/lessons/what-is-the-universe-made-of-dennis-wildfogel

Atomini rundan um teg hava verið til í milliardir av árum - og flestu teirra hava sín uppruna í einum brennandi gasskjarna í eini stjørnu. Dennis Wildfogel greiðir frá hugtakandi søguni um longu ferðina hjá hesum atomunum frá Stóra Brakinum til mýlini, sum tey eru partur av í dag.

Dennis Wildfogel lærir frá sær og Pew36 Animation Studios teknaði.

more » « less
Video Language:
English
Team:
closed TED
Project:
TED-Ed
Duration:
04:05
TED Translators admin approved Faroese subtitles for What is the universe made of?
Uni Johannesen accepted Faroese subtitles for What is the universe made of?
Uni Johannesen edited Faroese subtitles for What is the universe made of?
Sigmund Jørgensen edited Faroese subtitles for What is the universe made of?
Sigmund Jørgensen edited Faroese subtitles for What is the universe made of?
Sigmund Jørgensen edited Faroese subtitles for What is the universe made of?
Sigmund Jørgensen edited Faroese subtitles for What is the universe made of?

Faroese subtitles

Revisions