WEBVTT 00:00:07.121 --> 00:00:08.769 Evnisliga tilfarið rundan um teg 00:00:08.769 --> 00:00:10.395 er gjørt úr ersmáum eindum, 00:00:10.395 --> 00:00:12.146 vit nevna mýl. 00:00:12.146 --> 00:00:13.398 Mýl eru gjørd úr 00:00:13.398 --> 00:00:15.146 einstøkum atomum. 00:00:15.146 --> 00:00:16.980 Mýl fara ofta sundur 00:00:16.980 --> 00:00:19.063 og mynda síðan nýggj mýl. 00:00:19.063 --> 00:00:20.313 Hinvegin eru flestu mýlini, 00:00:20.313 --> 00:00:22.248 tú kemur í samband við 00:00:22.248 --> 00:00:23.813 onkuntíð í lívinum, 00:00:23.813 --> 00:00:25.417 í jørðini undir tær, 00:00:25.417 --> 00:00:27.419 í luftini, tú andar, matinum tú etur; 00:00:27.419 --> 00:00:29.712 tey, sum mynda alt livandi - harímillum teg, 00:00:29.712 --> 00:00:31.900 hava verið til í milliardir ár 00:00:31.900 --> 00:00:34.882 og vórðu til uttan fyri jørðina. 00:00:34.882 --> 00:00:38.349 Hvussu mýlini fyrst komu til, er tað, eg fari at siga tykkum frá. 00:00:38.349 --> 00:00:39.933 Tað byrjaði 14 milliardir á síðan 00:00:39.933 --> 00:00:41.685 við tí, vit nevna "The Big Bang," 00:00:41.685 --> 00:00:44.856 sum førdi til ein alheim, sum bert var gjørdur úr gassi. 00:00:44.856 --> 00:00:46.896 Har vóru ongar stjørnur ella gongustjørnur. 00:00:46.896 --> 00:00:48.480 Gassið var gjørt úr atomum 00:00:48.480 --> 00:00:50.479 av einfaldastu evnunum. 00:00:50.479 --> 00:00:52.313 Tað var 75 prosent brint 00:00:52.313 --> 00:00:54.396 og mest sum restin var helium. 00:00:54.396 --> 00:00:57.314 Eingi evni sum kolevni, súrevni ella køvievni vóru til. 00:00:57.314 --> 00:00:59.396 Einki jarn, silvur ella gull. 00:00:59.396 --> 00:01:03.146 Onkrastaðni var evnisnøgdin í gassi størri enn aðrastaðni. 00:01:03.165 --> 00:01:05.981 Atdráttarmegin dró meira gass hagar, 00:01:05.981 --> 00:01:07.980 sum styrkti um atdráttarmegina sjálva, 00:01:07.980 --> 00:01:10.670 sum fekk meira gass til og so framvegis. 00:01:10.670 --> 00:01:13.507 At enda vórðu tættar gasskúlur, 00:01:13.507 --> 00:01:15.312 sum hoknaðu undan egnu atdráttarmegini 00:01:15.312 --> 00:01:18.055 og hitnaðust innan. 00:01:18.055 --> 00:01:19.645 Kjarnur hitnaðu so mikið, 00:01:19.645 --> 00:01:22.147 at tað elvdi til sambræðing. 00:01:22.147 --> 00:01:24.896 Brintmýl runnu saman og myndaðu helium 00:01:24.896 --> 00:01:27.063 og loysti nógva orku, 00:01:27.063 --> 00:01:30.564 so nógva, at hon mótvirkaði minkandi megina í tyngdarkraftini. 00:01:30.564 --> 00:01:32.563 Tá ið orkan frá sambræðingum 00:01:32.563 --> 00:01:35.113 møtist við tyngdarkraftini, sum dregur øll gass inn, 00:01:35.113 --> 00:01:37.063 verður javnvágur. 00:01:37.063 --> 00:01:39.369 Úr hesum føðist stjørnan. 00:01:39.369 --> 00:01:40.367 Í síni ævi 00:01:40.367 --> 00:01:42.480 fara sambræðingar í kjarnuni á eini stjørnu 00:01:42.480 --> 00:01:44.064 ikki bert at framleiða helium, 00:01:44.064 --> 00:01:46.206 men eisini kolevni, súrevni, køvievni 00:01:46.206 --> 00:01:50.125 og øll hini evnini á periodisku skipanini fram til jarn. 00:01:50.125 --> 00:01:52.146 Men at enda er orkan í kjarnuni útbrend, 00:01:52.146 --> 00:01:54.089 so hon syndrast fullkomiliga. 00:01:54.089 --> 00:01:56.257 Hetta elvir til eina ótrúliga spreinging, 00:01:56.257 --> 00:01:58.480 vit nevna supernova. 00:01:58.480 --> 00:01:59.595 Tvey mál eru galdandi, 00:01:59.595 --> 00:02:01.563 um hvussu supernovur skapa evni. 00:02:01.563 --> 00:02:04.310 Tað fyrsta: Spreingingin loysir so nógva orku, 00:02:04.310 --> 00:02:05.935 at sambræðingin verður baldrut 00:02:05.935 --> 00:02:08.564 og formar evni við atomum, tyngri enn jarn, 00:02:08.564 --> 00:02:10.897 so sum silvur, gull og uran. 00:02:10.897 --> 00:02:12.730 Tað næsta: Evnini, sum rúgvaðust upp 00:02:12.730 --> 00:02:14.145 í stjørnukjarnini, 00:02:14.145 --> 00:02:16.695 so sum kol, ilt, køvievni, jarn, 00:02:16.695 --> 00:02:19.561 umframt øll tey, sum vórðu av supernovu- spreingingini, 00:02:19.561 --> 00:02:21.981 verða skotin út í stjørnurúmdina, 00:02:21.981 --> 00:02:24.397 har tey blanda seg við gassini, sum longu eru har. 00:02:24.397 --> 00:02:26.480 Søgan endurtekur seg. 00:02:26.480 --> 00:02:28.667 Gassskýggj, ið nú hava fleiri onnur evni 00:02:28.667 --> 00:02:31.083 enn upprunaligu brint og helium, 00:02:31.083 --> 00:02:32.548 hava størri evnisnógdarøki, 00:02:32.548 --> 00:02:34.672 sum draga at sær meira tilfar o.s.fr. 00:02:34.672 --> 00:02:37.548 Sum áður verða aðrar stjørnur. 00:02:37.548 --> 00:02:40.302 Sólin hjá okkum varð soleiðis til fyri uml. 5 mia. árum síðan. 00:02:40.302 --> 00:02:42.231 Tað merkir, at gassið, hon spratt úr, 00:02:42.231 --> 00:02:44.266 sjálvt var ríkað við fleiri evnum 00:02:44.266 --> 00:02:47.980 frá supernovuspreingingum, síðan universið byrjaði. 00:02:47.980 --> 00:02:50.646 Soleiðis endaði sólin við øllum evnunum. 00:02:50.646 --> 00:02:52.862 Hon er enn mest úr brinti, 71 prosent, 00:02:52.862 --> 00:02:55.565 har mesta restin er helium, 27 prosent. 00:02:55.565 --> 00:02:56.483 Legg til merkis, at 00:02:56.498 --> 00:02:57.813 meðan tær fyrstu stjørnurnar vóru 00:02:57.813 --> 00:02:59.647 av brinti og heliumi eina, 00:02:59.647 --> 00:03:01.481 umboðar restin av periodisku skipanini 00:03:01.481 --> 00:03:03.731 tvey prosent av sólini. 00:03:03.731 --> 00:03:05.146 Og hvat við jørðini? 00:03:05.146 --> 00:03:07.997 Gongustjørnur eru tilvildarlig úrslit av stjørnumyndan 00:03:07.997 --> 00:03:11.126 úr sama gassskýggi, sum stjørnan sjálv. 00:03:11.126 --> 00:03:13.042 Smáar gongustjørnu hava ikki kraft 00:03:13.042 --> 00:03:15.587 at bera nakað serligt brint- ella heliumsgass, 00:03:15.587 --> 00:03:17.672 tí tey bæði eru sera løtt. 00:03:17.672 --> 00:03:20.312 So hóast kolevni, køvievni, ilt o.s.fr. 00:03:20.312 --> 00:03:23.731 bert umboðaðu 2 prosent av gassskýggjunum, sum jørðin varð burturúr, 00:03:23.731 --> 00:03:26.307 eru tyngri evnini í meiriluta í okkara gongustjørnu 00:03:26.307 --> 00:03:28.266 og alt á henni. 00:03:28.266 --> 00:03:29.518 Hugsa um hetta: 00:03:29.518 --> 00:03:31.645 fyri uttan brint og nakað av heliumi 00:03:31.645 --> 00:03:33.145 er jørðin undir tær, 00:03:33.145 --> 00:03:35.230 luftin, tú andar, tú; 00:03:35.230 --> 00:03:36.813 alt er gjørt úr atomum, 00:03:36.813 --> 00:03:38.731 sum vórðu til úr stjørnum. 00:03:38.731 --> 00:03:40.813 Tá ið vísindafólk fyrst skiltu hetta 00:03:40.813 --> 00:03:42.731 í fyrru hálvu í 20. øld, 00:03:42.731 --> 00:03:45.033 viðmerkti kendi stjørnufrøðingurin Harlow Shapley 00:03:45.033 --> 00:03:48.620 "Vit eru brøður av grýti, systkin av ský"