Evnisliga tilfarið rundan um teg er gjørt úr ersmáum eindum, vit nevna mýl. Mýl eru gjørd úr einstøkum atomum. Mýl fara ofta sundur og mynda síðan nýggj mýl. Hinvegin eru flestu mýlini, tú kemur í samband við onkuntíð í lívinum, í jørðini undir tær, í luftini, tú andar, matinum tú etur; tey, sum mynda alt livandi - harímillum teg, hava verið til í milliardir ár og vórðu til uttan fyri jørðina. Hvussu mýlini fyrst komu til, er tað, eg fari at siga tykkum frá. Tað byrjaði 14 milliardir á síðan við tí, vit nevna "The Big Bang," sum førdi til ein alheim, sum bert var gjørdur úr gassi. Har vóru ongar stjørnur ella gongustjørnur. Gassið var gjørt úr atomum av einfaldastu evnunum. Tað var 75 prosent brint og mest sum restin var helium. Eingi evni sum kolevni, súrevni ella køvievni vóru til. Einki jarn, silvur ella gull. Onkrastaðni var evnisnøgdin í gassi størri enn aðrastaðni. Atdráttarmegin dró meira gass hagar, sum styrkti um atdráttarmegina sjálva, sum fekk meira gass til og so framvegis. At enda vórðu tættar gasskúlur, sum hoknaðu undan egnu atdráttarmegini og hitnaðust innan. Kjarnur hitnaðu so mikið, at tað elvdi til sambræðing. Brintmýl runnu saman og myndaðu helium og loysti nógva orku, so nógva, at hon mótvirkaði minkandi megina í tyngdarkraftini. Tá ið orkan frá sambræðingum møtist við tyngdarkraftini, sum dregur øll gass inn, verður javnvágur. Úr hesum føðist stjørnan. Í síni ævi fara sambræðingar í kjarnuni á eini stjørnu ikki bert at framleiða helium, men eisini kolevni, súrevni, køvievni og øll hini evnini á periodisku skipanini fram til jarn. Men at enda er orkan í kjarnuni útbrend, so hon syndrast fullkomiliga. Hetta elvir til eina ótrúliga spreinging, vit nevna supernova. Tvey mál eru galdandi, um hvussu supernovur skapa evni. Tað fyrsta: Spreingingin loysir so nógva orku, at sambræðingin verður baldrut og formar evni við atomum, tyngri enn jarn, so sum silvur, gull og uran. Tað næsta: Evnini, sum rúgvaðust upp í stjørnukjarnini, so sum kol, ilt, køvievni, jarn, umframt øll tey, sum vórðu av supernovu- spreingingini, verða skotin út í stjørnurúmdina, har tey blanda seg við gassini, sum longu eru har. Søgan endurtekur seg. Gassskýggj, ið nú hava fleiri onnur evni enn upprunaligu brint og helium, hava størri evnisnógdarøki, sum draga at sær meira tilfar o.s.fr. Sum áður verða aðrar stjørnur. Sólin hjá okkum varð soleiðis til fyri uml. 5 mia. árum síðan. Tað merkir, at gassið, hon spratt úr, sjálvt var ríkað við fleiri evnum frá supernovuspreingingum, síðan universið byrjaði. Soleiðis endaði sólin við øllum evnunum. Hon er enn mest úr brinti, 71 prosent, har mesta restin er helium, 27 prosent. Legg til merkis, at meðan tær fyrstu stjørnurnar vóru av brinti og heliumi eina, umboðar restin av periodisku skipanini tvey prosent av sólini. Og hvat við jørðini? Gongustjørnur eru tilvildarlig úrslit av stjørnumyndan úr sama gassskýggi, sum stjørnan sjálv. Smáar gongustjørnu hava ikki kraft at bera nakað serligt brint- ella heliumsgass, tí tey bæði eru sera løtt. So hóast kolevni, køvievni, ilt o.s.fr. bert umboðaðu 2 prosent av gassskýggjunum, sum jørðin varð burturúr, eru tyngri evnini í meiriluta í okkara gongustjørnu og alt á henni. Hugsa um hetta: fyri uttan brint og nakað av heliumi er jørðin undir tær, luftin, tú andar, tú; alt er gjørt úr atomum, sum vórðu til úr stjørnum. Tá ið vísindafólk fyrst skiltu hetta í fyrru hálvu í 20. øld, viðmerkti kendi stjørnufrøðingurin Harlow Shapley "Vit eru brøður av grýti, systkin av ský"